Datum og niðurfellingar

Print

Longdar- og breiddarstigDatum

Eitt datum er ein skipan, ið ger tað møguligt, at brúka geografiskar koordinatar (longdar- og breiddarstig) á jørðini.

Tað grundleggjandi prinsippið virkar soleiðis:

   Ein matematiskt "rund" yvirflata verður gjørd, ið representerar yvirflatuna á jørðini.

   Herfrá verða víðari útrokningar gjørdar fyri at fáa hesa rundu yvirflatu at passa sum fragast við jørðina.

Dømi uppá datum eru ED50, WGS84 og ETRS89.

 

 

  

NiðurfellingarNiðurfellingar

Ein niðurfelling (projektión) er ein matematiskt transformatión, frá geografiskum koordinatum til eitt flatt kort.

Í nógv ár hevur niðurfellingin FK89 verið nýtt í Føroyum. Tó varð ein nýggj og neyvari niðurfelling gjørd fyri Føroyar, ið kallast FOTM. Umhvørvisstovan tók FOTM í nýtslu 1. januar 2016

Mótvegis FK89 er FOTM ein opin, altjóða góðkend skipan, ið er innbygd í tey ymsu GIS forritini (ArcGIS, QGIS o.s.fr.).

Dømi um niðurfellingar eru FK89, FOTM, UTM29 og WebMercator.

 

 

  

 

Koordinat skipan

Eitt datum (við ella uttan niðurfelling), verður vanliga kallað ein "koordinat skipan".

 

EPSG kotur

Í GIS forritum er vanligt at nýta eina sokallaða EPSG kotu fyri at staðfesta, hvat datum og hvørja niðurfelling talan er um. Í staðin fyri orðið "EPSG", verða orðini "CRS" (Coordinate Reference System) og "SRS" (Spatial Reference System) onkuntíð nýtt.

Mest nýttu EPSG koturnar í Føroyum eru:

•    4326 - Datum: WGS84 / Niðurfelling: eingin
•    
32629 - Datum: WGS84 / Niðurfelling: UTM29
•    4258 - Datum: ETRS89 / Niðurfelling: eingin
•    5316 - Datum: ETRS89 / Niðurfelling: FOTM (eisini kallað Faroe Transverse Mercator og Faroe TM)
•    3857 - Datum: WGS84 / Niðurfelling: Pseudo Mercator (eisini kallað Web Mercator) - OpenStreetMap og Google Maps nýta hesa niðurfelling.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna á 342400 ella senda ein teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil