Fyritøkur

Print

Takk fyri tín áhuga í okkara GIS skipan. Vit garantera, at við henni eru GIS viðurskiftini hjá tínari fyritøku, í sera tryggum hondum.

 

Við okkara GIS skipan, hevur tín fyritøka møguleika, at fáa atgongd til GIS dátur hjá kommunum, stovnum, øðrum fyritøkum og privat persónum. Har aftur at hava tit eisini møguleika, at skráseta tykkara egnu tema.

Vit vegleiða  tykkum í, at seta QGIS upp fyrstu ferð, gera prosjekt og syrgja fyri, at tit koma gott í gongd. Tit fáa atgongd til øll okkara striku- og myndakort í kortsavninum (tó fyri matrikulkort og matrikulskrá krevst avtala við Umhvørvisstovuna).

 

Um tit hava verandi skrásetingar í aðrari GIS skipan, hjálpa vit fegnir, við at konvertera og importera hesar skrásetingar í PostGIS dátustovnin.

 

Prísseting.

Príssetingin fyri at nýta okkara GIS skipan er sera einføld:

  • QGIS: kr 0,-
  • Vegleiðing til QGIS á www.gis.fo: kr 0,-
  • PostGIS: kr 0,-
  • Atgongd til- og nýtsla av online servara hjá FDS (íroknað backupp):
    • Lesi og skrivi atgongd: kr 1.000,- pr PostGIS brúkara pr mánaða.
    • Bert lesi atgongd: kr. 500,- pr PostGIS brúkara pr mánaða.
  • Support avtala (valfrítt): kr 500,- pr PostGIS brúkara pr mánaða. *)

*) Support avtalan inniber, at starvsfólk í tínari fyritøku til eina og hvørja tíð hava møguleika, at ringja ella skriva til okkara, um eitthvørt ivamál ella spurningar v.v. nýtslu av GIS skipanina stingur seg upp.

Aftur at hesum, fáa tit eisini møguleika, at leggja øll tykkara kort á www.kortal.fo - ókeypis!

 

Fyri at fáa atgongd til striku- og myndakortini, í kortsavninum hjá FDS, krevst, at tit eru haldarar av tí. Haldaragjaldið fyri fyritøkur er soleiðis (pr. ár):

 

Kort slag Minni enn 5 starvsfólk 6-10 starvsfólk

Meiri enn 10 starvsfólk

FDS-kort kr. 6.000 kr. 9.400 kr. 16.300
Myndakort kr. 6.000 kr. 9.400 kr. 16.300
Kurvar kr. 6.000 kr. 9.400 kr. 16.300
Adressur (vegir, húsanr) kr. 6.000 kr. 9.400 kr. 16.300
Matrikul, fixpunkt **) kr. 6.000 kr. 9.400 kr. 16.300
Kloakk, vatn, gls, el, tele kr. 6.000 kr. 9.400 kr. 16.300
Staðarnøvn kr. 6.000 kr. 9.400 kr. 16.300
Øll kort kr. 35.000 kr. 55.000 kr. 95.000

 

**) Fyri atgongd til matrikulkort og matrikulskrá krevst, at tit hava eina avtalu við Umhvørvisstovnuna um hesi viðurskifti.

Allir prísir eru uttan MVG.

 

Aðrar tænastur

Aftur at GIS skipanini, bjóða vit eisini fylgjandi tænastur:

  • Skeið í nýtslu av QGIS
  • Skráseting og dagføring av tema'um
  • Menning av Plugin til QGIS

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til   This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Deil

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo