Kommunur

Print

Takk fyri tín áhuga í okkara GIS skipan. Vit garantera, at við henni eru GIS viðurskiftini hjá tínari kommunu, í sera tryggum hondum.

 

Royn GIS skipanina púra ókeypis í 3 mánaðir

Í eitt avmarkað tíðarskeið bjóða vit øllum kommunum, at royndarkoyra GIS skipanina óbindandi og púra ókeypis í tríggjar mánaðir. Vit upprætta brúkarar til PostGIS dátustovnin fyri tykkum, og seta fylgjandi tema upp, klár til skráseting:

•    Kloakk
•    Vatn
•    Gøtuljós
•    Byggisamtyktir (almennar & serstakar)
•    Kirkjugarð

Síðani vegleiða vit tykkum í, at seta QGIS upp fyrstu ferð, gera prosjekt og syrgja fyri, at tit koma gott í gongd. Tit fáa atgongd til øll okkara striku- og myndakort í kortsavninum (tó fyri matrikulkort og matrikulskrá krevst avtala við Umhvørvisstovuna).

Um tit hava verandi skrásetingar í aðrari GIS skipan, hjálpa vit fegnir, við at konvertera og importera hesar skrásetingar í PostGIS dátustovnin.

 

Prísseting eftir royndartíð

Príssetingin fyri at nýta okkara GIS skipan er sera einføld:

•    QGIS: kr 0,-
•    
Vegleiðing til QGIS á www.gis.fo: kr 0,-
•    PostGIS: kr 0,-
•    Atgongd til- og nýtsla av online servara hjá FDS (íroknað backupp): kr 1,- pr íbúgva pr mánaða
•    Support avtala (valfrítt): kr 0,50 pr íbúgva pr mánaða. *)

*) Support avtalan inniber, at starvsfólk í tínari kommunu til eina og hvørja tíð hava møguleika, at ringja ella skriva til okkara, um eitthvørt ivamál ella spurningar v.v. nýtslu av GIS skipanina stingur seg upp.

Aftur at hesum, fáa tit eisini møguleika, at leggja øll tykkara kort á www.kortal.fo - ókeypis!

 

Fyri at fáa atgongd til striku- og myndakortini, í kortsavninum hjá FDS, krevst, at tit eru haldarar av tí. Haldaragjaldið er kr 22,- pr íbúgva pr ár.

Fyri atgongd til matrikulkort og matrikulskrá krevst, at tit hava eina avtalu við Umhvørvisstovnuna um hesi viðurskifti.

Allir prísir eru uttan MVG.

 

Aðrar tænastur

Aftur at GIS skipanini, bjóða vit eisini fylgjandi tænastur:

  • Skeið í nýtslu av QGIS
  • Skráseting og dagføring av tema'um, t.d. kloakk og vatn
  • Menning av Plugin til QGIS

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Deil

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo