Stovnar

Print

Takk fyri tín áhuga í okkara GIS skipan. Vit garantera, at við henni eru GIS viðurskiftini hjá tínum stovni, í sera tryggum hondum.

 

Royn GIS skipanina púra ókeypis í 3 mánaðir.

Í eitt avmarkað tíðarskeið bjóða vit øllum stovnum, at royndarkoyra GIS skipanina óbindandi og púra ókeypis í tríggjar mánaðir. Vit upprætta brúkarar til PostGIS dátustovnin fyri tykkum, og um tit ynskja at skráseta eitt hvørt, seta vit eitt tema upp fyri tykkum, klárt til skráseting. Tit skulu einans upplýsa okkum, hvat tema talan er um, og vit avgreiða restina.

Síðani vegleiða vit tykkum í, at seta QGIS upp fyrstu ferð, gera prosjekt og syrgja fyri, at tit koma gott í gongd. Tit fáa atgongd til øll okkara striku- og myndakort í kortsavninum (tó fyri matrikulkort og matrikulskrá krevst avtala við Umhvørvisstovuna).

 

Prísseting eftir royndartíð.

Príssetingin fyri at nýta okkara GIS skipan er sera einføld:

  • QGIS: kr 0,-
  • Vegleiðing til QGIS á www.gis.fo: kr 0,-
  • PostGIS: kr 0,-
  • Atgongd til- og nýtsla av online servara hjá FDS (íroknað backupp):
    • Lesi og skrivi atgongd: kr 1.000,- pr PostGIS brúkara pr mánaða.
    • Bert lesi atgongd: kr. 500,- pr PostGIS brúkara pr mánaða.
  • Support avtala (valfrítt): kr 500,- pr PostGIS brúkara pr mánaða. *)

*) Support avtalan inniber, at starvsfólk í tínum stovni til eina og hvørja tíð hava møguleika, at ringja ella skriva til okkara, um eitthvørt ivamál ella spurningar v.v. nýtslu av GIS skipanina stingur seg upp.

Aftur at hesum, fáa tit eisini møguleika, at leggja øll tykkara kort á www.kortal.fo - ókeypis!

 

Fyri at fáa atgongd til striku- og myndakortini, í kortsavninum hjá FDS, krevst, at tit eru haldarar av tí. Haldaragjaldið fyri stovnar er soleiðis (pr. ár):

 

Kort slag Minni enn 5 starvsfólk 6-10 starvsfólk

Meiri enn 10 starvsfólk

FDS-kort kr. 4.300 kr. 6.800 kr. 12.000
Myndakort kr. 4.300 kr. 6.800 kr. 12.000
Kurvar kr. 4.300 kr. 6.800 kr. 12.000
Adressur (vegir, húsanr) kr. 4.300 kr. 6.800 kr. 12.000
Matrikul, fixpunkt **) kr. 4.300 kr. 6.800 kr. 12.000
Kloakk, vatn, gls, el, tele kr. 4.300 kr. 6.800 kr. 12.000
Staðarnøvn kr. 4.300 kr. 6.800 kr. 12.000
Øll kort kr. 25.000 kr. 40.000 kr. 70.000

 

**) Fyri atgongd til matrikulkort og matrikulskrá krevst, at tit hava eina avtalu við Umhvørvisstovnuna um hesi viðurskifti.

Allir prísir eru uttan MVG.

 

Aðrar tænastur

Aftur at GIS skipanini, bjóða vit eisini fylgjandi tænastur:

  • Skeið í nýtslu av QGIS
  • Skráseting og dagføring av tema'um
  • Menning av Plugin til QGIS

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Deil

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo