Yvirlit yvir GIS skipanina

Print

Okkara GIS skipan er bygd uppá 100% ókeypis opensource skipanir.

 

Horna steinarnir eru:

•    QGIS - Sera sterkt GIS forrit, ið verður nýtt til bæði hyggjan, skrásetan og viðgerð av GIS dátum

•    PostGIS - Dátustovnur, har ið GIS dátur verða goymdar

 

Flest øll GIS forrit kunnu samskifta við PostGIS. Umframt á telduni, koyrur QGIS eisini á fartelefon og teldli:

PostGIS

Legg tilmerkis:

    MicroStation og PowerMap frá Bentley samskifta við PostGIS umvegis QGIS.
•    Tann útgávan av AutoCAD sum eitur AutoCAD MAP, kann samskifta beinleiðis við PostGIS.

 

PostGIS dátustovnurin er staddur í servararúminum hjá FDS, og er tøkur yvir alnótina.

Myndin niðanfyri vísur grundleggjandi prinsippið. Brúkarar fáa atgongd til PostGIS, við at nýta brúkaranavn og loyniorð:

PostGIS dátustovnurin

 

Aftur at hesum, nýta vit eisini fylgjandi skipanir, í samband við WEB-GIS (her ímillum www.kortal.fo):

•    GeoServer - Kort servari á alnótini, leverar kort til Kortalin og aðrar GIS skipanir (t.d. NetBas hjá SEV og innanhýsis kort hyggjaran hjá Føroya Tele)

•    GeoWebCache - Skipan, ið ger, at GeoServer - og harvið eisini www.kortal.fo - kan arbeiða væl skjótari og smidligari

•    OpenLayers & GeoEXT - Heimasíðu skipanirnar, ið www.kortal.fo er grundaður á

 

Sum stýriskipan á okkara servarunum, nýta vit Linux útgávurnar CentOS og Ubuntu.

 

Í PostGIS dátustovninum finnast í løtuni GIS dátur frá:

•    SEV

•    Føroya Tele

•    Landsverk

•    Umhvørvisstovuni

•    FDS

•    Tórshavnar Kommunu

•    Klaksvíkar Kommunu

•    Tvøroyarar Kommunu

•    Fuglafjarðar Kommunu

•    Hvalbiar Kommunu

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Deil

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo