www.kortal.fo

Print

Kortalurin er eitt tað besta dømið uppá, hvussu væl Opensource GIS skipanir rigga.

Skipanirnar handan kortalin, ið allar eru ókeypis og 100% opensource, eru hesar: 

  • GeoServer - Kort servari á alnótini, leverar kort til Kortalin og aðrar GIS skipanir
  • GeoWebCache - Skipan, ið ger, at GeoServer - og harvið eisini www.kortal.fo - kan arbeiða væl skjótari og smidligari
  • PostGIS - GeoServer fær ávís kort frá PostGIS, sum so verða leveraði víðari til Kortalin
  • Openlayers og GeoExt - Heimasíðu skipanirnar, ið www.kortal.fo er grundaður á

 

Við fylgjandi myndum, verður víst á nøkur av hæddarpunktunum, við www.kortal.fo skipanini.

Fyrsta myndin vísur, hvussu kortalurin sær út, tá ein kemur inn á síðina: 

www.kortal.fo

 

Møguleiki er at leita uppá adressur og matriklar v.m., og tendra ymisk tema. Her hava vit tendrað matrikul og tele:

www.kortal.fo - matrikul og tele

 

Hevur tú valt ein matrikul, í vindeyganum "Upplýsingar", er møguleiki at trýsta á "Vís matr útskrift". Tá kemur hendan síðan fram:

Matrikul útskrift

 

Eisini er møguleiki, at síggja staðsettar myndir, ið fólk úr øllum heiminum hava tikið í Føroyum. Trýst á eina smámynd, og størri mynd vísur seg:

www.kortal.fo - myndir

 

Um trýst verður á størru myndina, vil myndin opna seg í nýggjum vindeyga, í fullari uppruna stødd:

www.kortal.fo - mynd uppruna stødd

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Deil

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo