PostGIS

Print

PostGIS er ein yvirbygningur til Postgres dátustovnin. PostGIS ger, at tað verður møguligt at goyma staðsettar dátur, sum punktir, linjur og flatur, við tilhoyrandi eginleikum (attributtum), í Postgres dátustovninum.

Sum eitt dømi uppá staðsettar dátur við eginleikum, kann nevnast adressu temaðið. Her hava vit tvær fílur, har fyrra hevur húsanummur, ið inniheldur punktir, meðan hin fílan hevur vegamiðjurnar, ið eru linjur.

Við at nýta PostGIS saman við QGIS, kunnu m.a. nevnast hesir fyrimunir:

  • Dátustovnurin er "online" á alnótini og er sostatt tøkur, líka mikið hvar tú er staddur
  • Flest øll GIS forrit kunnu samskifta beinleiðis við PostGIS, ikki bara QGIS
  • Møguleiki at skráseta dátur beinleiðis úti í markini, við at nýta farteldu ella Android teldil / fartelefon
  • Tema kunnu ómakaleyst og skjótt leggjast á www.kortal.fo
  • Allir brúkarar av dátustovninum hava møguleika, at deila dátur sína millum
  • Møguleiki at geva triðja parti (fyribils) skrivi atgongd til tínar dátur, um hesin skal gera eina ávísa uppgávu fyri teg
  • Tær nýtist ikki at hugsa um backupp av tínum GIS dátum, hetta hendir sjálvvirkandi hvørja nátt

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Deil

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo