Leita í fílu

Print

Vit gera eitt einfalt dømi.

Vit hava innlisið eitt matrikkulkort í QGIS, og vit ynskja at finna allar matriklar, sum eru minni enn 130 m2.

 

Fyri at síggja, hvørji dáta vit hava í matrikkulkortinum, klikkja vit á smámyndina "Open Attribute Table".

 

 

Ein boks opnar, har vit síggja øll dáta, sum eru skrásett fyri lagi.

Trýst á "Select features using an expression". (Henda smámynd er eisini at finna beint við síðunar av "Open Attribute Table" á QGIS høvuðssíðuni)

 

 

Boksin "Select By Expression" kemur fram.

Undir "Function List" kanst tú velja nógvar ymiskar funkur.

Vit fara at brúka "Fields and Values".

Trýst á "+" frammanfyri "Fields and Values".

 

 

Vit síggja nú allar kolonnurnar í dátugrunninum.

Dupult klikk á "Vidd_i_mat".

 

 

"Vidd_i_mat" er nú komi í "Expression", har vit gera okkara frymil.

 

 

Vit skriva "< 130" aftaná "Vidd_i_mat", og trýsta á "Select".

 

 

Og her er úrslitið víst grafiskt. Tað, sum verður funnið, verður víst við gulum liti.

 

 

Um tú vilt síggja úrslitið í tabell-formi, kanst tú trýsta á "Open Attribute Table", og síðani velja "Show Selected Features" niðast í boksini.

 

Vit gera eitt dømi afturat.

Vit hava innlisið eitt kort við kloakk leiðingum.

Vit ynskja at finna allar leiðingar, sum eru longri enn 100 m, og har tilfari er PVC.

 

Trýst á smámyndina "Select features using an expression", og boksin "Select By Expression" kemur fram.

 

 

Trýst á "+" frammanfyri "Geometry".

 

 

Dupult klikk á "$length", og "$length" variabulin kemur fram undir "Expression".

 

 

Klikk á "+" frammanfyri "Operators".

Dupult klikk á ">", so hetta tekni kemur fram undir "Expression".

Skriva so "100" aftaná ">".

Dupult klikk á "AND", so hesin teksturin kemur fram undir "Expression".

 

 

Trýst á "+" frammanfyri "Fields and Values".

Dupult klikk á "tilfar", so hetta kemur fram undir "Expression".

Trýst á "Load all unique values". Tá koma øll virðir í ein lista, sum kolonnan "tilfar" inniheldur".

 

 

Trýst á "PVC", so hetta kemur fram undir "Expression".

Nú er okkara frymil liðugur.

Trýst á "Select", og síðani á "Close".

 

 

Úrslitið av leitingini verður víst grafiskt við gulum liti.

 

Um tú vilt síggja úrslitið í tabell-formi, kanst tú trýsta á "Open Attribute Table".

 

 

og síðani velja "Show Selected Features" niðast í boksini.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Leita í fílu

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo