Rúmligar analysur

Print

Vit skulu nú loysa eina uppgávu.

Vit skulu finna allar matriklar í Tórshavn, har bygt er á, og sum ikki hava rottanga. 

 

Til at loysa hesa uppgávuna brúka vit eitt plugin, sum eitur "Spatial Query Plugin".

Fyrst mást tú kannað, um hetta plugin er lagt inn og gjørt virki.

Far undir "Plugins" í skránni ovast og vel "Manage and Install Plugins...".

 

 

Vel "Installed" í vinstra bredda.

Kanna eftir, at "Spatial Query Plugin" er í listanum, og at "x" er sett í kassan frammanfyri tekstin "Spatial Query Plugin".

Trýst á "Close".

 

 

So skulu vit innlesa dáturnar, sum vit skulu brúka til at loysa okkara uppgávu.

Trýst á smámyndina "Add PostGIS Layers".

 

 

Vel tað sambandi, sum tú ynskir at brúka. Í okkara føri eitur tað "fds_broyt".

Trýst á "Connect".

Nú koma dáturnar fram.

Vit skulu brúka "kloakk lutir" til at finna rottangar.

Vit skulu brúka "husanummur" til at finna út av, hvørjir matriklar bygt er á.

Og so skulu vit sjálvandi brúka matriklarnar eisini. Hetta lagi eitur "m55_oki".

Merk hesi 3 løgini og trýst á "Add".

 

 

Vit síggja, at tey 3 løgini eru nú lisin inn.

 

 

Vit "zooma inn" fyri at síggja betur tað, sum vit arbeiða við.

Vit síggja í vinstra bredda, at lagi "kloakk_lutir" inniheldur nógv ymisk sløg. Vit skulu bert brúka "Rottangi", og kunnu tí skilja restina frá.

 

 

Høgra klikk á lagi "Kloakk lutir".

Vel "Filter...".

 

 

Ovast til vinstru sært tú teigarnar í dátugrunninum.

Dupult klikk á "slag", so hetta kemur fram undir "Provider specific filter expression".

Klikk á "=", so hetta kemur fram undir "Provider specific filter expression".

Undir "Values" til høgru, trýst á "All", so fært tú ein lista yvir øll virðir í "slag".

Dupult klikk á "Rottangi", so hetta kemur fram undir "Provider specific filter expression".

Trýst á "OK".

 

 

Nú eru bara rottangar eftir av kloakk lutum. Vit síggja nú matriklar, húsanummur og rottangar.

 

 

So byrja vit uppá leitingina.

Far undir "Vector" í skránni ovast og vel "Spatial Query", og vel aftur "Spatial Query" høgrumeðna.

 

 

Undir "Select source features from" velja vit, hvat lag vit skulu leita í.

Undir "Where the feature" velja vit, á hvønn hátt vit skulu leita.

Undir "Reference features of" velja vit, hvat lag vit leita eftir.

Sagt á ein annan hátt, so biðja vit um hetta: "Finn allar matriklar, sum innihalda (Contains) eitt húsanummar".

Trýst "Apply".

 

 

Vit fáa at vita, at vit hava funnið 4511 matriklar, sum hava húsanummur, út av 5901 íalt.

Trýst á smámyndina "Create layer with selected".

Trýst á "Close".

 

 

Vit hava nú fingið eitt nýtt lag, sum eitur "M55_oki_selected".

Hetta lagi inniheldur bert teir matriklarnar, sum vit funnu, t.v.s. allar matriklar, har bygt er á.

Ger upprunaliga lagi "M55_oki" óvirkið við at koyra "x" úr boksini frammanfyri lag navni.

Um so er, at tú ikki sært okkurt av løgunum, t.d. "kloakk_lutir", so kanst tú við músini hála hetta lagi upp um hini løgini, so tað liggur ovast í listanum í vinstra bredda.

Tá eitt lag liggur ovast í listanum í vinstra bredda, so liggur hetta lagi eisini ovast í kortinum, t.v.s. at listin í vinstra bredda avgerð raðfylgjuna í kortinum.

Í kortinum hava vit nú bert teir matriklar eftir, har bygt er á.

 

 

Vit fara víðari í okkara leiting.

Far undir "Vector" í skránni ovast og vel "Spatial Query", og vel aftur "Spatial Query" høgrumeðna.

 

 

Undir "Select source features from" velja vit "M55_oki selected".

Undir "Where the feature" velja vit "Contains".

Undir "Reference features of" velja vit "Kloakk_lutir".

T.v.s. vit biðja um hetta: "Finn allar matriklar (har bygt er á), sum innihalda (Contains) rottanga/r".

Trýst "Apply".

 

 

Vit fáa at vita, at vit hava funnið 2662 matriklar, sum hava rottanga/r, út av 4511 íalt.

Trýst á "Close".

 

 

Vit síggja nú, at matriklar við rottanga eru merktir við gulum.

Matriklar við ongum rottanga eru bláir.

Trýst á smámyndina "table x".

 

 

Trýst á smámyndina "invert x".

Lat hesa boksina aftur.

 

 

Nú hava vit vent um uppá, hvat í er tað valda.

Nú eru matriklar við ongum rottanga merktir við gulum, meðan matriklar við rottanga eru bláir.

Trýst aftur á "table x".

 

 

Vel "Show Selected Features" niðast.

Nú hava vit upplýsingar í tabell formi fyri matriklar í Tórshavn, har bygt er á, men har ongin rottangi er til staðar.

Trýst á tóma øki ímillum rekkjarnar og kolonnurnar.

Trýst CTRL+C (copy).

 

 

Opna síðani t.d. Excel, og trýst á "Sæt ind".

Nú kanst tú arbeiða víðari við dátunum í Excel.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Prent >> 
Rúmligar analysur

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo