ESRI Shape lag

Print

 

Vit gera eitt nýtt ESRI Shape lag.

Vel "New Shapefile Layer...". (sí myndina omanfyri)

 

 

Boksin "New Vector Layer" kemur fram.

Vit fara at gera eitt lag til ruskspannir, so vit velja "Point".

Og vit velja føroysku koordinat-skipanina.

 

 

Undir "New attribute" kunnu vit gera kolonnur til dátugrunnin.

Vit gera eina kolonnu, sum eitur "Stodd", har vit fara at skráseta stødd á ruskspannini.

Vit velja typu á dáta, og longd (width).

Tá vit trýsta á "Add to attribute list" verður kolonnan løgd í "Attributes list".

 

 

Vit gera eina kolonnu afturat, sum eitur "Litur", til at skráseta litin á ruskspannini.

Síðani trýsta vit á "OK".

 

 

So spyr QGIS, hvar lagi skal goymast.

Vel mappu og gev lagnum eitt navn.

Ansa eftir at tekn-setti er tað rætta.

Trýst á "Save".

 

 

Nú hava vit gjørt eitt Shapefile lag.

 

 

Um tú nú opnar ein fílu-kaga og finnur fram tað mappuna, har tú hevur goymt lagi,

so skuldi tú sæð ca. hesar fílurnar í mappuni.

Soleiðis verður eitt Shapefile lag goymt.

 

 

Vit kunnu royna at skráseta okkurt í okkara lag.

Trýst á "Toogle Editing" og síðani "Add feature".

Trýst so mitt á kort umráðið við vinstra músaknøtti, og boksin "Attributes" kemur fram.

 

 

Sum tú sært, so hava vit nú tær kolonnurnar í lagnum, sum vit stovnaðu fyri løtu síðani.

 

 

Vit útfylla teigarnar og trýsta á "OK".

 

 

 Og ein ruskspann er nú skrásett.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

ESRI Shape lag

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo