Memory lag

Print

Tá tú skalt arbeiða við onkrum fyribils, ella tú t.d. skalt skráseta okkurt nýtt, og tú ikki veitst ordiliga, hvussu tú ætlar at goyma hetta, kann tað vera praktiskt at brúka eitt sokallað "memory" lag.

 

"Memory lag" er eitt plugin, so tað má fyrst innleggjast.

Far undir "Plugins" og vel "Manage and Install Plugins...".

 

 

Plugin Manager kemur fram.

Vel "Get more" í vinstra bredda.

Leita við orðinum "memory", so finnur tú "New Memory Layer".

Merk "New Memory Layer" og trýst á "Install plugin".

Tá innleggingin er liðug, trýst á "Close".

 

 

Undir smámyndunum skuldi nú verið ein nýggj smámynd at sæð fyri "Memory" lag. (sí myndina omanfyri)

Trýst á smámyndina.

 

 

 

Boksin "NewMemoryLayer" kemur fram.

 

 

Kallað lagi fyri eitt hvørt. Í hesum førinum kalla vit tað "test".

Trýst á tað slagi, sum tú ynskir at lagi skal vera. Í hesum førinum velja vit "Point".

 

 

Ein onnur boks kemur fram, har tú skalt velja koordinat-skipan.

Vit velja tað føroysku koordinat-skipanina "ETRS89 / Faroe TM".

Trýst "OK".

 

 

Og lagi er stovnað.

 

 

Um tú seinni vilt goyma lagi í einum øðrum formati, kanst tú høgra klikkja á lagi, og velja "Save As...".

 

 

Her kanst tú goyma lagi í nógvum ymiskum formatum, m.a. ESRI Shapefile og Microstation DGN.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Memory lag

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo