PostGIS lag

Print

 

Eitt PostGIS lag verður gjørt inni í DB Manager.

Trýst á "DB Manager". (sí myndina omanfyri)

 

 

Boksin "DB Manager" kemur fram.

Trýst á "+" frammanfyri "PostGIS" í vinstra bredda.

 

 

Merk tað sambandi (connection) undir PostGIS, sum tú vilt brúka. Í okkara føri eitur tað "FDS PostGIS".

Viðhvørt er neyðugt at trýsta á eitt "+" afturat longur niðri í trænum, fyri at fáa "Table" skránna fram. (sí myndina omanfyri)

Undir "Table" trýst á "Create table".

 

 

Boksin "Create Table" kemur fram.

Vel tað "Schema" (dátugrunn), sum tú vilt brúka. Í okkara føri eitur tað "vitjandi".

Gev lagnum eitt navn undir "Name". Vit skriva "ruskspannir".

 

Eitt lag í PostGIS, sum inniheldur grafik, hevur altíð eina kolonnu, sum eitur "the_geom".

Í hesi kolonnu vera tey grafisku dáta-ini goymd.

Vit skulu goyma grafik, og tí seta vit "x" útfyri "Create geometry column".

Vit velja "POINT", tí vil vilja skráseta ruskspannirnar sum punkt.

"Name" seta vit til "the_geom".

"SRID" skal vera kotan fyri koordinat-skipanina, sum vit ynskja at brúka. Vit skriva "32629".

Set "x" í "Create spatial index". Hetta ger, at tabellin/lagi arbeiðir skjótari.

 

 

Vit skulu eisini gera aðrar kolonnur til lagi.

Trýst á "Add field", so kemur ein kolonna fram.

Øll løg skulu hava eina "gid" kolonnu, sum er eitt unikt id. Tí gera vit fyrst eina "gid" kolonnu.

Set "Name" til "gid", og lat "Type" vera "serial".

 

 

Ger eina kolonnu afturat, sum eitur "stodd", og set "Type" til "numeric".

Ger eisini eina kolonnu afturat, sum eitur "litur", og set "Type" til "varchar".

Nú kunnu vit goyma dáta um stødd og lit á ruskspannum.

"gid" kolonnan er neyðug fyri at hava ein "primary key", og tí seta vit "Primary key" til "gid".

(um tú ikki veitst hvat "primary key" er, ger so bara altíð eina kolonnu, sum eitur "gid" og vel hana undir "Primary key", so skuldi ikki gingið gali)

Trýst "Create".

Tá lagi er stovna, trýst á "Close".

P.S.: Tá vit navngeva løg og kolonnur í dátugrunninum, er ein góð meginregla, ongantíð at brúka føroyskar stavir, at brúka "_" ístaðin fyri millumrúm, og ikki at brúka stórar stavir, men bert lítlar stavir. Fylgir tú hesi meginregluni, sleppur tú undan óneyðugum trupuleikum.

 

 

Vit hava nú gjørt lagi, men vit hava ikki innlisið tað.

Trýst á "Add PostGIS Layer", og boksin "Add PostGIS Table(s)" kemur fram.

 

 

Undir "Connections" vel tað sambandi, sum tú skalt brúka, og trýst á "Connect".

Blaða teg síðani fram til tað lagi, sum tú skalt brúka. Í okkara føri "ruskspannir".

Trýst á "Add".

 

 

Nú hava vit innlisið lagi "Ruskspannir", sum vit júst hava gjørt.

Trýst á smámyndina "Toggle Editing" og síðani á smámyndina "Add Feature".

Trýst onkrastaðni á kort umráðið, og boksin "Attributes" kemur fram.

 

 

Vit síggja, at "Attributes" boksin inniheldur somu kolonnur, sum vit gjørdu fyri lítlari løtu síðani.

 

 

Vit útfylla teigarnar.

Tú skalt ikki gera nakað við kolonnuna "gid", men bara lata tað standa, sum har stendur.

Tá tú hevur útfylt hinar teigarnar, trýstir tú á "OK".

 

 

Og okkara fyrsta ruskspann er skrásett í okkara nýggja PostGIS lagi.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

PostGIS lag

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo