Eksport

Print

 

Vit hava innlisið eitt matrikkulkort av Tórshavn í QGIS.

Hetta korti/lagi liggur í PostGIS, og skal nú eksporterast til .shp

 

 

Vit høgraklikkja á lagi, og velja "Save As...".

 

 

Boksin "Save vector layer as..." kemur fram.

Her kunnu vit goyma lagi í nógvum ymiskum formatum. Vit síggja t.d. "Microstation DGN", "AutoCAD DXF" og "ESRI Shapefile" í listanum.

 

 

Í okkara føri skulu vit goyma til "ESRI Shapefile".

Undir "Save as" blaða vit fram til tað mappuna, har vit ynskja at goyma .shp fíluna.

Undir "Encoding" skulu vit ansa eftir, at vit brúka rætt teknsett, so vit ikki fáa trupuleikar við t.d. føroyskum stavum.

Undir "CRS" velja vit koordinat skipan.

Trýst á "OK" tá tú hevur útfylt alt rætt, soleiðis sum tú ynskir.

Nú er lagi goymt sum ein .shp fíla.

Um tú hyggur í mappuna, sum tú goymdi fíluna í, so skuldi .shp fílan ligið har nú.

 

 

Vit kunnu eisini velja at eksportera bert nøkur útvald dáta/kort. Hetta fara vit at royna nú.

Vit fara at royna at eksportera bert teir matriklar, sum hava ein "perimeter" (ummál) størri enn 1000.

Trýst á smámyndina "Select features using an expression".

 

 

Trýst á "+" frammanfyri "Geometry".

Dupult klikk á "$perimeter", so hesin variabulin kemur fram undir "Expression".

Skriva síðani "> 1000" afturat undir "Expression".

Trýst síðani á "Select".

 

 

Teir matriklar, sum hava ein "perimeter" (ummál) størri enn 1000, eru nú merktir við gulum liti.

 

 

Vit høgra klikkja aftur á lagi, og hesaferð velja vit "Save Selection As...".

 

 

Boksina "Save vector layer as..." útfylla vit uppá sama máta sum vit gjørdu fyrstu ferð. Her er ongin munur.

Undir "Format" velja vit "ESRI Shapefile".

Undir "Save as" blaða vit fram til tað mappuna, har vit ynskja at goyma .shp fíluna.

Undir "Encoding" skulu vit ansa eftir, at vit brúka rætt teknsett, so vit ikki fáa trupuleikar við t.d. føroyskum stavum.

Undir "CRS" velja vit koordinat skipan.

Trýst á "OK" tá tú hevur útfylt alt rætt, soleiðis sum tú ynskir.

Nú er lagi goymt sum ein .shp fíla.

 

 

Nú fara vit at hyggja eftir .shp fíluni, sum vit júst hava gjørt.

Vit fjerna tað lagi, sum vit brúka í løtuni.

Høgra klikk á lagi, og vel "Remove".

 

 

So fingu vit eina tóma mynd.

Vit kunnu opna eina .shp fílu við at trýsta á smámyndina "Add Vector Layer".

 

 

Vit velja "File" undir "Source type", tí vit skulu opna eina fílu.

Undir "Encoding" skulu vit sum altíð ansa eftir, at vit brúka rætt teknsett, so vit ikki fáa trupuleikar við t.d. føroyskum stavum.

Undir "Source Dataset" blaða vit fram til tað mappuna og fíluna, sum vit skulu opna.

So trýsta vit á "Open".

 

 

Og her hava vit eina .shp fílu (ella eitt lag), sum inniheldur matriklar í Tórshavnar Kommuna, sum hava ein "perimeter" (ummál) størri enn 1000.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

 << Import
Uppseting >> 
Eksport

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo