Import

Print

Vit fara at importera dátur inn í QGIS.

Tær dáturnar, sum vit importera eru .shp fílur, og vit fara at goyma dáturnar í PostGIS.

Vit kunnu siga, at vit eru Tórshavnar Kommuna, og vit skulu importera allar matriklar í Tórshavnar býi.

 

Til hetta endamál brúka vit eitt plugin, sum eitur "SPIT".

Vel "Plugins" í skránni, og vel síðani "Manage and Install Plugins...".

 

 

Kannað eftir, at "SPIT" er innlagt.

Um ikki, so mást tú innleggja tað fyrst.

Far so út aftur úr "Plugins".

 

 

Vel "Database" í skránni, síðani "Spit" og síðani "Import Shapefiles to PostgreSQL".

 

 

Boksin "SPIT" kemur fram.

Ovast velur tú tað sambandi til PostGIS, sum tú ynskir at brúka, tá tú importerar. Í okkara føri eitur hetta tk_broyt.

Trýst á "Connect".

 

 

Tað sær ikki út sum nakað hendir, tá tú trýstir á "Connect", men um tú fylgir væl við, so var "Global schema" tómt, áðrenn tú trýsti. Men aftaná, at tú hevur trýsti, er hesin teigurin ikki tómur meira.

Vel tann dátugrunnin, sum tú ynskir at brúka, undir "Global schema". Í okkara føri eitur hann "torshavnar_kommuna".

Undir "SRID" skulu vit koyra kotuna inn fyri koordinat skipanina, sum nýtt verður. Koyr fyrst "x" úr kassanum frammanfyri "Use default SRID", og skriva síðani "32629" í teigin "SRID". Hetta er kotan fyri tað koordinat skipanina, sum vit brúka hesuferð.

Trýst á "Add".

 

 

Vit finna .shp fíluna ella fílurnar fram, sum vit vilja importera. Í okkara føri eru tað matriklar í Tórshavn.

Ansa eftir at teknsetti ("Encoding") er tað rætta. Annars kanst tú fáa trupuleikar við t.d. føroyskum stavum.

Trýst á "Open".

 

 

Vit fáa nú eitt yvirlit yvir tað, sum verður importera.

Trýst á "OK" fyri at byrja importin.

 

 

Fílurnar vera importeraðar.

 

 

Nú hava vit importera nakrar .shp fílur yvir í PostGIS dátugrunnin.

Nú fara vit at opna PostGIS lagi (ella tabellina) og hyggja eftir úrslitinum.

Trýst á smámyndina "Add PostGIS Layers".

 

 

Vel tað rætta sambandi (í okkara føri "tk_broyt"), trýst á "Connect", og vel (markera) tey løgini, sum vit júst hava importera.

Trýst á "Add".

 

 

Og her er úrslitið. Eitt matrikkulkort fyri Tórshavn.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Eksport >> 
Import

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo