Inngangur

Print

QGIS (Quantum GIS) er eitt ókeypis, opensource og sera framkomið GIS forrit. Tað kann nýtast til at hyggja at GIS dátum, umframt at tekna, rætta og strika dátur.

Menningin av QGIS byrjaði í 2002. Forritið, ið verður ment av 35 forritarum, hevur fleiri enn 100.000 brúkarar runt um í heiminum í dag.

QGIS hevur einanstandandi góðar møguleikar, tá tað kemur til

•    Visualisering av staðsettum dátum
•    Dynamiskar tekstir og litseting, grundað á teir eginleikar, ið eru knýttir at elementunum (sí dømið niðanfyri)
•    Upprættan, skráseting og viðlíkahald av ymiskum staðsettum tema
•    Skrásetan úti í markini, við nýtslu av android fartelefon / teldli ella farteldu
•    Dýpdargangandi analysur av dátum
•    Prent uppseting, við norðpíl, signaturfrágreiðing, mátistokk, viðmerkingum
•    ...og mangt, mangt annað!

QGIS koyrur á Windows, Mac, Android (fartelefon og teldil), Linux og Unix. QGIS lesur og skrivar m.a. ESRI, AutoCAD, MapInfo og MicroStation fílur.

Dømið niðanfyri vísur QGIS, við kommunum og teirra íbúgvum:

QGIS

 

Á hesum síðum finnur tú eina vegleiðing, ið umfatar grundleggjandi funkurnar. Hon er ætlað til, at tú kanst koma skjótt í gongd við at nýta QGIS.

Um tú ikki kennir til QGIS frammanundan, er tað lættast at fylgja raðfylgjuni niðanfyri.

Vinarliga vel tað punktið í valskránni, ið tú ynskir at vita meiri um.

 

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Inngangur

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo