Koordinat skipan (datum og niðurfelling)

Print

Niðanfyri kanst tú siggja, hvussu ein skiftir ímillum ymiskar koordinat skipanir í QGIS.

Tørvar tær meiri grundleggjandi vitan um koordinat skipanir, datum og niðurfellingar, so er ein stuttur samandráttur um hetta evni at finna her: Datum og Niðurfellingar.

 

Tann lítla jørðin (globus) niðast í høgra horni verður brúkt til at skifta ímillum koordinat skipanir, datum og niðurfellingar.

Á støðu linjuni sært tú eisini koordinatar og epsg kotuna.

Trýst á jørðina (globus).

 

 

Boksin "Project Properties" opnar og "CRS" síðan er vald.

Vit síggja, at koordinat skipanin "WGS 84 / UTM zone 29N" er tann valda í løtuni. Orsøkin til hetta er, at tað lagi, sum vit arbeiða við í løtuni brúkar hesa koordinat skipanina.

 

 

Set "x" frammanfyri "Enable on the fly CRS transformation", so fært tú møguleika at broyta hvør koordinat skipan skal vera aktiv.

Vit ynskja at broyta koordinat skipan til "WGS 84".

Skriva "WGS 84" í "Filter", so finnur tú allar skipanirnar, sum innihalda henda tekstin.

Vel "WGS 84" og trýst "OK".

 

 

Nú síggja vit, at koordinatarnir og epsg kotan niðast eru broytt, og at Føroyar legði seg á liðina, hetta seinna tí, at ongin niðurfelling verður nýtt í hesi koordinat skipanini.

Trýst á jørðina (globus) aftur.

 

 

Vit vilja nú broyta koordinat skipanina til tað føroysku skipanina.

Skriva "faroe" í "Filter".

Vit finna 2 skipanir, sum eita "Faroe TM".

 

 

Vel tað føroysku koordinat skipanina "ETRS89 / Faroe TM", sum hevur EPSG kotuna 5318 og trýst á "OK".

 

 

Vit síggja, at føroyar nú sær eins út og tað gjørdi, tá vit byrjaðu, men hinvegin eru koordinatarnir og EPSG kotan heilt ørvísi.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Koordinat skipan (datum og niðurf.)

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo