Actions

Print

Hvat skal henda tá tú trýstir á eitt element ?

Hetta kanst tú stýra við "Actions".

Her verður víst eitt einfalt dømi um, hvussu hetta kann gerast.

Vit innlesa eitt matrikulkort í QGIS.

Dupultklikk á lagi í vinstra bredda.

 

Boksin "Layer Properties" kemur fram.

Vel "Actions" í vinstra bredda og skermmyndin sær soleiðis út:

 

 

Ovari teigurin á síðuni vísir tær "Actions", sum eru gjørdar frammanundan. Vit hava enn onga "Action" gjørt, so hesin teigurin er tómur.

 

 

Undir "Action properties" velja vit "Open" fyri "Type".

Í "Name" velja vit eitt heiti fyri hendingina (Action), sum vit skráseta. Í okkara føri gera vit eina hending, sum skal vísa matrikkul upplýsingar, so vit kalla hendingina "Vís matr upplýsingar".

Undir "Action" sigur ein so, hvat tað er, sum skal henda, tá trýst verður á eitt element í kortinum. Í okkara føri ynskja vit, at ein heimasíða skal koma fram, sum vísir upplýsingar um matrikkulin. Vit skriva tí leinkjuna til heimasíðuna í teigin, soleiðis:

https://www.kortal.fo/EHmatrikul.asp?bygd=55&matr=

Leinkjan omanfyri finnur eitt kort fyri tað matr nr, sum verður sett inn seinast í leinkjuni.

Niðriundir "Action" teiginum er ein dropdown teigur, sum inniheldur allar kolonnurnar í dátugrunninum fyri matriklar.

Vit velja kolonnuna "Matr_nr", og trýsta á "Insert field". Tá verður ein variabul settur afturat leinkjuni, soleiðis at hon nú sær soleiðis út:

https://www.kortal.fo/EHmatrikul.asp?bygd=55&matr=[% "Matr_nr" %]

 

 

Trýst á knøttin "Add to action list", so verður hendingin hjá okkum løgd í "Action list" omanfyri.

Trýst síðani á "Apply" og "OK", og boksin letur aftur. 

 

 

Fyri at gera "Actions" virki, skal tú trýsta á knøttin "Run Feature Action".

Síðani trýstir tú á eitt element í kortinum, og heimasíðan niðanfyri opnar í einum browsara við kunning um valda matr. nr.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

 << Fields
Joins >> 
Actions

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo