Fields

Print

 

Vit hava innlisið eitt lag við húsum í Tórshavn.

Tá vit skulu broyta upplýsingar um ein bygning, trýsta vit á smámyndina "Toggle Editing", síðani á smámyndina "Identify Features", og síðani trýsta vit á bygningin í kortinum.

 

 

Um vit ikki hava sett QGIS upp til at opna frymilin við upplýsingunum beinleiðis, so opnar hesin kassin fyrst.

Trýst á "+" frammanfyri "(Actions)", og trýst síðani á "Edit Feature Form", so opnar frymilin við upplýsingunum.

 

 

Hetta er ein "default" frymil, sum vit nú fara at forbetra eitt sindur.

Lat frymilin aftur.

Dupultklikk á lagi, so at boksin "Layer Properties" kemur fram.

 

 

Vel "Fields" í vinstra bredda.

Her kunnu vit seta upp, hvussu upplýsingar frymilin skal síggja út.

Henda síðan fortelur okkum, at vit hava 6 teigar í frymilinum, og at allir hava slagi "Line edit".

Trýst á ein av knøttunum, sum eitur "Line edit", og boksin "Attribute Edit Dialog" opnar.

 

 

Her sært tú, at vit kunnu velja ímillum eina rúgvu av sløgum til okkara teigar.

Lat boksina aftur.

 

 

Trýst á "Line edit" knøttin fyri teigin "slag", og boksin "Attribute Edit Dialog" opnar aftur, hesuferð fyri "slag".

Ætlanin við teiginum "slag" er at siga, um bygningurin er eini sethús, tvíhús, vinnubygningur osv.

Tí er upplagt at gera ein lista við møguleikum at velja úr.

Vit velja "Value map" í vinstra bredda.

So kemur ein kassi fram í høgra bredda, har vit kunnu skriva virðir í.

 

 

Vit skriva tey ymisku sløgini av bygningum í listan.

"Value" er tað virði, sum verður goymt í dátugrunnin.

"Description" er tann teksturin, sum kemur at standa í teiginum í frymilinum.

Tá tú ert liðug/ur, trýst á "OK".

 

 

Fyri teigin "bygt_ar" velja vit slagi "Calendar".

Skriva format í "Date format", soleiðis sum tú ynskir at formati á dato-inum skal vera.

Trýst "OK".

 

 

Fyri teigin "mynd" velja vit slagi "Photo".

Her kunnu vit seta, hvussu stór myndin skal vera, tá hon verður víst í frymilinum.

Trýst síðani "OK".

 

 

Nú síggja vit, at vit hava ymisk sløg undir "Edit widget".

Trýst "Apply" og "OK".

 

 

Vit royna aftur at hyggja eftir frymilinum. 

Trýst á smámyndina "Toggle Editing", síðani á smámyndina "Identify Features", og síðani trýst á bygningin í kortinum.

 

 

Nú er frymilin blivin eitt sindur snildari.

 

 

Vit hava fingið ein lista at velja úr undir "slag".

 

 

Vit hava fingið ein kalendara til at velja dato undir "bygt_ar".

 

 

Vit hava fingið ein fílu leitara til at finna myndina fram undir "mynd".

 

 

Vit útfylla frymilin og trýsta á "OK".

 

 

Vit skulu nú royna at gera frymilin enn betur.

Dupult klikk á lagi í vinstra bredda.

 

 

Vel "Fields" í vinstra bredda.

Uppi í høgra horni undir "Attribute editor layout" velja vit "Drag and drop designer".

 

 

Nú fingu vit ein nýggjan kassa uttast til høgru.

Trýst á "+".

 

 

Vit fara at deila frymilin upp í 2.

Undir "Create category" skriva "Grundleggjandi upplýsingar".

Vel "a tab".

Trýst á "OK".

 

 

Vit hava nú gjørt eitt øki, sum eitur "Grundleggjandi upplýsingar".

 

 

Vit gera eitt annað øki uppá sama máta, sum vit kalla "Aðrir upplýsingar".

 

 

Vit kunnu nú leggja teir ymisku teigarnar undir tað øki, har teir hoyra heima.

Trýst á teigin, trýst síðani á øki, sum tú vilt hava teigin at liggja undir, og trýst síðani á høgra pílin.

Tá tú ert liðug/ur, trýst á "Apply" og "OK".

 

 

Vit fara aftur at hyggja eftir frymilinum. 

Trýst á smámyndina "Toggle Editing", síðani á smámyndina "Identify Features", og síðani trýst á bygningin í kortinum.

 

 

Nú síggja vit, at frymilin er deildur upp í 2 øki.

Eitt sum eitur "Grundleggjandi upplýsingar" ...

 

 

... og eitt, sum eitur "Aðrir upplýsingar".

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

 << Labels
Actions >> 
Fields

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo