Goym / innles lag uppseting

Print

 

Dupult klikk á lagi í vinstra bredda og boksin "Layer Properties" kemur fram.

 

 

Niðast í Layer Properties eru 4 knøttar, sum allir hava nakað at gera við at goyma og innlesa lag uppseting.

Hesir knøttar eru har óansæð hvat tú hevur valt í vinstra bredda.

Vit gjøgnumganga hesar 4 knøttarnar við einum einfaldum dømi niðanfyri.

 

 

Vit vilja gjarna goyma eina uppseting, har húsini eru reyð, so vit broyta litin til reytt.

Vit vilja goyma hesa lag uppsetingina, so vit trýsta á "Save Style ...".

Sum tú sært á myndini omanfyri, so kanst tú goyma uppá 3 ymiskar mátar.

 

 

Um tú trýstir á "QGIS Layer Style File", so kemur henda boksin fram. Tá goymir tú lag uppsetingina sum eina QGIS lag uppsetingar fílu.

 

 

Um tú trýstir á "SLD File", so kemur hendan boksin fram. Lag uppsetingin verður í hesum føri goymd sum ein .sld fíla.

 

 

Vit velja tann síðsta møguleikan, sum er "Save in database (postgres)", t.v.s. at vit goyma lag uppsetingina í Postgres dátugrunninum. (Hesin møguleikin er bert tøkur, tá tú arbeiðir í einum dátugrunna lagi sum PostGIS. Hesin møguleikin finst ikki, um tú arbeiðir í einum ESRI Shape lagi.)

Vit geva lag uppsetingini eitt navn, sum er "Reydir bygningar" og trýsta á "OK".

 

 

Vit fara so at gera eina aðra lag uppseting.

Vit velja "Categorized".

Vit velja "slag" undir "Column".

Vit velja eitt passandi lit-rað undir "Color ramp".

Trýsta síðani á "Classify".

Nú hava vit gjørt eina nýggja lag uppseting, har bygningar blíva gulir, meðan úthús, neyst og líknandi fáa ein bláligan lit.

Vit goyma hesa lag uppsetingina á sama hátt, sum vit goymdu tað fyrru. Trýst á "Save Style" og vel "Save in database (postgres)".

 

 

Vit kalla lag uppsetingina fyri "Slag av bygningi" og trýsta á "OK".

Nú hava vit 2 lag uppsetingar: "Reydir bygningar" og "Slag av bygningi".

 

 

"Slag av bygningi" er nú tann aktiva lag uppsetingin.

Tá vit heinta lag uppsetingar inn, brúka vit knøttin "Load Style ...".

Um tú arbeiðir í einum PostGIS lagi, so kann innlesast frá eini fílu ella frá dátugrunninum.

Um tú arbeiðir í einum ESRI Shape lagi, so kann innlesast frá einari QGIS lag uppsetingar fílu.

Trýst á "Load Style ...".

 

 

Um tú velur "Load from file" kemur henda boksin fram. So kanst tú innlesa frá eini QGIS lag uppsetingar fílu, men tað er ikki hetta, sum vit brúka hesuferð.

  

 

Vit velja "Load from database" og fáa hesa boksina fram. T.v.s. at vit hava valt at innlesa frá dátugrunninum. (Hesin møguleikin er ikki tøkur, um tú arbeiðir í einum ESRI Shape lagi.)

Legg til merkis, at tú fært eitt yvirlit yvir hvørjar lag uppsetingar liggja í dátugrunninum.

Tú sært lag uppsetingar, sum eru tengdar at lagnum, sum tú arbeiðir í, men tú sært eisini allar aðrar lag uppsetingar í dátugrunninum.

Vit velja nú "Reydir bygningar" og trýsta á "Load Style". 

 

 

Nú síggja vit, at "Reydir bygningar" er vorðin tann aktiva lag uppsetingin.

 

 

Og hetta síggja vit eisini á kortinum. Bygningarnir eru reyðir.

 

 

Vit trýsta aftur á "Load Style ..." og "Load from database".

 

 

Hesuferð velja vit "Slag av bygningi" og trýsta á "Load Style". 

 

 

Og nú síggja vit, at "Slag av bygningi" er vorðin tann aktiva lag uppsetingin. 

 

 

Vit síggja tað eisini á kortinum, at húsini eru gul, og úthúsini hava ein grøn/bláan lit.

Soleiðis verður skift ímillum lag uppsetingar.

 

 

Hvør lag uppseting er so aktiv, tá vit heinta eitt lag inn í QGIS ?

Jú, tað er tann lag uppsetingin, sum er goymd sum default.

Vit trýsta nú á knøttin "Save As Default".

 

 

Um tú arbeiðir í einum PostGIS lagi, fært tú síðani møguleika, antin at goyma lag uppseting til uppruna dátugrunnin ("Datasource database") ella til tín "lokala" dátugrunn ("Local database"). Um tú velur "Datasource database" verður lag uppsetingin goymd í PostGIS dátugrunninum. Um tú velur "Local database" verður lag uppsetingin goymd í eini fílu á tíni egnu teldu.

Um tú arbeiðir í einum ESRI shape lagi, verður lag uppsetingin goymd í einari QGIS lag uppsetingar fílu. (.qml)

Vit hava nú sagt, at lag uppsetingin "Slag av bygningi" skal vera "default".

 

 

 

Vit trýsta aftur á "Load Style ..." og "Load from database".

 

 

Velja "Reydir bygningar" og trýsta á "Load Style".

 

 

 

Nú er lag uppsetingin "Reydir bygningar" aftur tann aktiva.

Knøtturin "Restore Default Style" verður nýttur til at bakka aftur til default lag uppsetingina.

Trýst á "Restore Default Style".

 

 

 

Um tú arbeiðir í einum PostGIS lagi, skalt tú velja, um tú vilt innlesa upprunaligu uppsetingina frá uppruna dátugrunninum (PostGIS) ella frá tínum "lokala" dátugrunni (ein fíla á tíni egnu teldu).

  

 

Og nú er "Slag av bygningi" aftur blivin tann aktiva lag uppsetingin, tí tað var "Slag av bygningi" sum vit goymdu sum default lag uppseting. 

 

Style og Prosjekt

Tað, sum tú goymir við "Save as default" knøttinum, er tað, sum kemur (default) fram næstu ferð tú opnar lagi í QGIS.

Tó, tá tú goymir tað, sum tú arbeiðir við, sum eitt prosjekt, tá goymir prosjekti tað lag uppsetingina, sum verður brúkt í tí løtu, tá prosjekti verður goymt.

Opnar tú so prosjekti aftur, so er tað lag uppsetingin í prosjektinum, sum kemur (default) fram.

Sagt á ein annan hátt, so "yvir-rular" (fær framíhjárætt) eitt prosjekt eina default uppseting í dátugrunni ella fílu.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil
 

 << Joins
Goym / innles lag uppseting

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo