Joins

Print

Viðhvørt er tørvur á at binda 2 ella fleiri dátugrunna tabellir saman.

Vit vísa eitt dømi niðanfyri.

Vit hava eitt kort yvir kommunur við tilknýttum dáta. Vit ynskja at kanna hvussu íbúgvaratali er í mun til kommunur, men vit hava ikki íbúgvaratal í okkara tabell. Haraftur ímóti hava vit eina aðra tabell, sum inniheldur íbúgvaratal. Sostatt vilja vit knýta hesar báðar tabellirnar saman.

 

 

Trýst á "Add PostGIS Layers".

 

 

Vit síggja í listanum omanfyri, at nakrar tabellir hava "Geometry". Tað merkir, at tær innihalda grafiskar upplýsingar (kort). Aðrar tabellir innihalda ikki grafik. Vit skulu brúka eina tabell við grafikki, og eina við ongum grafikki. Tabellirnar uttan grafikk vera ikki vístar default. Tí skulu vit seta x í "Also list tables with no geometry".

Vit markera tabellirnar og trýsta á "Add".

 

 

Vit síggja nú, at vit hava fingið 2 løg inn. Á smámyndunum frammanfyri lag-navni sæst, at tað eina lagi hevur grafikk, meðan hitt lagi er bert ein tabell uttan grafikk.

 

 

Dupult klikk á tað lagi, sum hevur grafikk, í okkara føri er tað "Kommunur".

Boksin "Layer Properties" kemur fram.

Vel "Joins" í vinstra bredda.

Trýst á "+" niðast fyri at stovna eitt nýtt "Join".

 

 

Boksin "Add vector join" kemur fram.

Vel lagi við ongum grafikki undir "Join layer", í okkara føri er tað "Kommunur_hagtol".

Vel teir tegarnar, sum skulu bindast saman í báðum løgunum undir "Join field" og "Target field". Í okkara føri eitur teigurin "komm_nr" í báðum førum.

Trýst á "OK".

 

 

Nú er okkara "Join" komi í listan yvir "Joins".

Trýst "Apply" og "OK".

 

 

So eitt dømi um, hvat vit kunnu brúka okkara "Join" til.

Dupultklikka á lagi við grafikki einaferð afturat, og boksin "Layer Properties" kemur fram.

Vel "Style" í vinstra bredda.

Vel "Categorized" (sí myndina omanfyri)

Undir "Column" velja vit tað kolonnuna í dátugrunninum, sum vit vilja bólka eftir, í okkara føri velja vit "Kommunur_hagtol_ibugvar".

Vel eitt passandi lit-rað undir "Color ramp".

Trýst á "Classify".

Trýst á "Apply" og "OK".

 

 

Nú hava vit fingið eitt kort, sum er bólka eftir íbúgvaratali, og hevur fingið litir har eftir.

"Joins" gjørdi tað møguligt at bólka við einari kolonnu, sum ikki er í sama lagnum sum korti.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo