Labels

Print

 

 

Vit hava innlisið eitt kort við kloakkleiðingum.

Dupult klikk á lagi í vinstra bredda.

 

 

Trýst á "Labels" í vinstra bredda.

Set flugubein í kassan frammanfyri tekstin "Label this layer with", og trýst á knøttin aftanfyri tekstin.

 

 

Undir "Function list" trýst á "+" frammanfyri "Fields and values".

Dupult klikk á "tilfar" og hesin teksturin kemur fram undir "Expression".

Trýst á "OK".

 

 

Sum tú sært, so hava vit nú fingið tekst á korti, sum sigur, hvat tilfari á leiðingunum er.

Teksturin leggur seg framvið leiðingunum.

Dupult klikk aftur á lagi í vinstra bredda.

 

 

Ansa eftir, at "Labels" er valt í vinstra bredda.

Vel síðani "Placement" og "Horizontal".

Trýst á "OK".

 

 

Nú sært tú, at teksturin ikki longur liggur framvið leiðingunum, men stendur vatnrætt í kortinum.

Dupult klikk aftur á lagi í vinstra bredda.

 

 

Vit broyta aftur, so at teksturin liggur framvið leiðingunum.

 

 

Far undir "Shadow" og set "x" í kassan frammanfyri "Draw drop shadow".

Trýst á "Apply" ella "OK".

 

 

Nú hevur teksturin fingið skuggar.

Dupult klikk aftur á lagi í vinstra bredda.

 

 

Trýst á knøttin aftanfyri "Label this layer with tilfar".

 

 

Skriva henda frymilin undir "Expression". Tú kanst finna "tilfar" undir "Fields and Values", "round" finst undir "Math" og "$length" finst undir "Geometry".

Trýst á "OK".

 

 

Nú inniheldur teksturin tilfar og longd á leiðingunum.

 

 

Far undir "Formatting".

Set "x" í kassan frammanfyri "Line direction symbol".

Undir "Placement" vel "left/right".

Trýst á "OK".

 

 

Nú síggja vit eisini ein píl, sum vísur rættningin á leiðingini.

 

 

Nú hava vit innlisið kloakk lutir.

Dupult klikk á lagi í vinstra bredda.

 

 

Set "x" frammanfyri "Label this layer with" og trýst á knøttin aftanfyri.

 

 

Skriva frymilin, sum omanfyri, undir "Expression".

"\n" merkir "nýggj linja".

Trýst á "OK".

 

 

Nú fáa vit kunning um slag á fyrstu linju og tilfar á næstu linju.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Fields >> 
Labels

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo