Style fyri linjur

Print

 

Vit hava innlisið eitt lag í QGIS, sum eitur "Vegir".

Dupultklikk á lagi í vinstra bredda, og boksin "Layer Properties" kemur fram.

 

 

Vel "Style" í vinstra bredda.

Vel "Single Symbol".

Vit síggja, at her eru nógvir møguleikar at seta upp, hvussu linjurnar skulu síggja út.

 

 

Vit fara hesuferð at áseta litir eftir, hvat slag av vegi talan er um.

Tí velja vit "Categorized".

Undir "Column" velja vit tað kolonnuna í dátugrunninum, sum vit ynskja at bólka eftir. Í okkara føri er tað "slag".

Vit velja eitt passandi lit-rað undir "Color ramp".

Trýst á "Classify" og vit fáa ein lista yvir vegasløg og litir.

Vit skulu eisini gera linjurnar eitt sindur tjúkri. Trýst á "Change" knøttin, og ein boks kemur fram, sum eitur "Symbol selector".

 

 

Vit seta "Width" til "2".

 

 

Og nú hava vegirnir fingið lit eftir hvat slag av vegi talan er um.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Style fyri linjur

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo