Style fyri punkt

Print

 Vit hava skrásett nøkur punkt, sum vit kallað "Poi" (Points of Interest).

 

Vit fara at broyta litir o.a. fyri lagi.

Dupult klikk á lagi "Poi" og boksin "Layer Properties" kemur fram.

 

 

Trýst á "Style" í vinstra bredda.

Vel "Single Symbol". (sí myndina omanfyri)

Trýst á "Marker" undir "Symbol layers", um hetta ikki longu er valt.

Á hesi myndini kanst tú broyta lit og stødd o.a., og tú kanst velja millum nakrar heilt einfaldar smámyndir.

 

 

Trýst á "Simple marker" undir "Symbol layers".

Við fyrsta eygnakast sær henda myndin ikki so nógv ørvísi út enn tann fyrra.

 

 

Tú skalt leggja til merkis "Symbol layer type". Hetta er nú sett til "Simple marker", men har eru fleiri møguleikar.

Vit vaksa um tað grøna punkti, seta "size" til 5,0.

 

 

Legg til merkis "Symbol layers".

Júst á sama hátt, sum vit kunna hava fleiri løg av kortum, so kunnu vit eisini hava fleiri løg av "Styles".

Í løtuni hava vit bert 1 lag, sum er eitt grønt punkt, ella vit kunnu kalla tað ein grønur prikkur, sum er 5 millimetrar breiður.

Vit fara nú at leggja eitt lag inn afturat, soleiðis at vit hava 2 løg.

Vit gera eitt nýtt "Symbol layer" við at trýsta á "+" niðast.

 

 

Nú sæst at vit hava 2 løg (ella 2 symbol). Bæði eru av slagnum "Simple marker".

Tað nýggja lagi bleiv til ein reyðan prikk, og av tí at hann liggur omanfyri tann grøna prikkin í listanum, so leggur hann seg eisini oman á tann grøna prikkin í grafikkinum.

 

 

Vit broyta "Symbol layer type" á reyða prikkinum til "Font Marker".

Nú kunnu vit velja bókstavir, tøl og onnur tekn. Vit velja eitt "A", og við "Offset X,Y" placera vit "A" pent inni í tí grøna prikkinum.

Vit síggja nú at vit hava 2 "Symbol layers", eitt av typuni "Font marker" og eitt av typuni "Simple marker".

Trýst "Apply" og "OK".

 

 

Og her er úrslitið.

 

Vit vísa síðani ein annan máta at gera "Styles".

Dupultklikk á lagi í vinstra bredda, og boksin "Layer Properties" kemur fram.

 

 

Trýst á "Style" í vinstra bredda.

Vel "Categorized" ovast. (sí myndina omanfyri)

Í "Column" kanst tú velja eina kolonnu í dátugrunninum, sum tú ynskir at bólka eftir. Í okkara føri velja vit "category".

Vel eitt passandi lit-rað undir "Color ramp".

Trýst á "Classify".

Trýst á "Apply" og "OK".

 

 

 Og her er úrslitið. Punktini fáa lit eftir, hvat slag av "Poi" tað er.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Style fyri punkt

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo