Style fyri flatur

Print

Vit hava eitt kort yvir kommunur.

 

Dupult klikk á lagi í vinstra bredda, og boksin "Layer Properties" kemur fram.

 

 

Vel "Style" í vinstra bredda.

Vel "Single Symbol". (sí myndina omanfyri)

Vel tann grøna litin (green). Sí myndina omanfyri.

Undir "Symbol layers" síggja vit, at tað er 1 lag av "Symbol" gjørt. Hetta er av slagnum "Simple fill", sum er liturin á øllum flatunum.

Tú kanst gera so nógvar "Symbol layers" sum tú hevur hug til.

Vit skulu gera ein "Symbol layer" afturat. Trýst á "+" niðast.

 

 

Vit hava nú fingið eitt nýtt "Symbol layer".

Ansa eftir at tú stendur á tí nýggja lagnum, og vel síðani "Outline: Simple line" undir "Symbol layer type".

Trýst á "Apply" og "OK".

 

 

Kommunukorti skifti nú lit og bleiv grønt. Eisini kom ein svartur kantur rundanum hvørt kommunu øki.

 

Dupult klikk aftur á lagi í vinstra bredda, og boksin "Layer Properties" kemur fram.

 

 

Klikk á "Style" í vinstra bredda.

Vel "Categorized". (sí myndina omanfyri)

Undir "Column" kunnu vit velja eina kolonnu í dátugrunninum, sum vit ynskja at bólka eftir. Í okkara føri velja vit "kommuna".

Vel eitt passandi lit-rað undir "Color ramp".

Trýst á "Classify".

Trýst á "Apply" og "OK".

 

 

 Og nú fekk hvør kommuna sín egna lit á kortinum.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Labels >> 
Style fyri flatur

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo