Innles dátur

Print

Uttan dáta/kort fær ein ikki gjørt nógv, so tað fyrsta ein má gera, um ein ætlar at arbeiða við QGIS, er at heinta nøkur dáta inn í skipanina.

Hetta kann gerast uppá minst 2 mátar:

 

- við at fara í skránna ovast, undir "Layer"

- við at nýta tær serliga bláu smámyndirnar ovast

 

 

 

Har eru nógv ymisk sløg av dátum at velja ímillum.

 

   Add Vector Layer

 Vektor kort kunnu heintast inn her. Les meiri HER.

 

   Add Raster Layer

 Myndakort kunnu heintast inn her. Les meiri HER.

 

   Add PostGIS Layer

Kort/dáta, sum liggja í einum PostGIS dátugrunni, kunnu heintast inn við hesi funku. Les meiri HER.

 

   Add SpatiaLite Layer

Kort/dáta, sum liggja í einum SpatiaLite dátugrunni, kunnu heintast inn við hesi funku.

 

   Add MSSQL Spatial Layer

Kort/dáta, sum liggja í einum MSSQL Spatial dátugrunni, kunnu heintast inn við hesi funku. 

 

   Add Oracle Spatial Layer

Kort/dáta, sum liggja í einum Oracle Spatial dátugrunni, kunnu heintast inn við hesi funku. 

 

   Add WMS Layer

Hevur tú eina WMS leinkju til korti, sum tú skalt brúka, so er hetta rætta funkan. 

 

   Add WCS Layer

Hevur tú eina WCS leinkju til kort/dáta, sum tú skalt brúka, so er hetta rætta funkan. 

 

   Add WFS Layer

Hevur tú eina WFS leinkju til kort/dáta, sum tú skalt brúka, so er hetta rætta funkan. 

 

Remove layer

Um tú ikki ynskir at hava eitt lag (layer) inni meira, kanst tú høgraklikkja á lagi í vinstru kolonnu, og velja "Remove".

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Vektor >> 
Innles dátur

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo