Innles PostGIS lag

Print

 

Trýst á smámyndina "Add PostGIS Layers".

 

 

Vit mugu gera okkum eitt samband ("Connection") til dátugrunnin. Hetta gera vit við at trýsta á "New" knøttin, so kemur boksin niðanfyri fram.

 

 

Vit stovna eitt nýtt samband til PostGIS dátugrunnin hjá FDS, sum omanfyri.

Í "Name" kallar tú sambandi fyri eitt hvørt. Hesuferð skriva vit "FDS PostGIS".

Nýt fylgjandi upplýsingar: Host: "212.55.50.220", Port: "80", Database: "vitjandi", Username: "vitjandi", Password: "fds123".

 

 

Nú er okkara "FDS PostGIS" samband at síggja undir "Connections". Vit trýsta síðani á "Connect".

 

 

Nú koma fleiri dátur fram. Vit velja/markera tað, sum vit vilja síggja ella arbeiða við. Síðani trýsta vit á "Add".

 

 

Í vinstru kolonnu síggja vit, at vit hava fingið eitt lag ("layer") inn, sum eitur "Oyggjar_einfalt", og í høgru kolonnu síggja vit dáturnar/korti.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Innles PostGIS lag

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo