Plugins

Print

"Plugins" eru ymiskar funkur, sum kunnu leggjast afturat QGIS.

Tað kann t.d. vera, at tú ivast í, hvussu tú skalt gera eina ávísa uppgávu við QGIS. Tá kanst tú kanna, um okkurt plugin finst, sum kann loysa júst tína uppgávu á ein snildan hátt.

"Plugins" eru at finna ovast í skránni, sí niðanfyri:

 

Trýst á "Manage and Install Plugins...", og tú fært hesa skermmyndina:

 

 

Her kanst tú síggja, hvørji "Plugins" eru løgd inn frammanundan, og tú hevur møguleika at dagføra "Plugins" ella at strika ella leggja inn umaftur.

Í vinstra bredda sært tú, at tú nú ert inni í "Installed". Trýst síðani á "Get More", og skerm myndin sær nú út sum niðanfyri:

 

 

Sum teksturin eisini sigur høgrumeðan, so sært tú her øll tey "Plugins", sum tú ikki hevur lagt inn.

Tú kanst leita eftir "Plugins" við at skriva í "Search" teigin ovast.

Um tú vilt leggja eitt "Plugin" inn, skalt tú trýsta á/markera tað og trýsta á knøttin "Install plugin", sum tá kemur fram.

Trýst síðani á "Settings" í vinstra bredda, og tú fært hesa skerm myndina:

 

 

Her hevur tú møguleika at gera uppsetingar fyri "Plugins", t.d. kanst tú seta skipanina til sjálvvirkandi at kanna um nakrar dagføringar eru og at siga frá, um so er.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

 << Prent
Plugins

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo