Prent

Print

Tá ein skal prenta við QGIS, verður "Composer" brúkt.

 

Hetta er fyrstu ferð vit skulu prenta, tí trýsta vit á "New Print Composer" smámyndina. (Annars ber eisini til at brúka smámyndina "Composer manager". Til ber at goyma prent uppsetingar til endurnýtslu)

Ein lítil boks kemur fram, har vit skulu geva prentinum eitt navn. Í okkara føri kalla vit prenti fyri "Kloakk", og trýsta síðani á ok.

 

 

Nú opnar "Composer".

Vit síggja ovast eina skrá og smámyndir. Niðriundir er prent umráðið til vinstru, og uppsetingar boksin til høgru.

Default opnar "Composition", har tú kanst seta pappírsstødd, orientation osv.

 

 

Tað er snilt at brúka "Grid" til at positionera prenti við at snappa.

Opna og vel "Snap to grid" undir "Composition" í høgra bredda.

Set "Grid style" til "Solid" ella tað, sum tú dámar best.

Trýst á "Add new map" og set myndina inn við músini. (halt vinstra músaknøtti niðri og markera alt øki, har sum tú vilt at myndin skal vera)

 

 

"Composer" hevur sera nógvar møguleikar.

Vit royna nakrar fáar.

Trýst á "Add new label" smámyndina.

Trýst á korti, har tú ynskir at teksturin skal standa.

Trýst á "Item Properties" í høgra bredda.

Skriva tekstin undir "Main properties".

Longur niðri kanst tú m.a. velja font slag, stødd osv.

 

 

Trýst á "Add new legend" smámyndina.

Trýst á korti, har tú ynskir at útgreiningin skal standa.

Trýst á "Item Properties" í høgra bredda.

Í høgra bredda sæst, at útgreiningin er fyri 3 ymisk løg.

Vit ynskja bert at vísa útgreining fyri 1 lag. Niðriundir eru nakrar smámyndir, sum vit kunnu brúka til m.a. at broyta raðfylgju, strika osv. Vit strika 2 løg, so bert tað eina er eftir.

 

 

Útgreiningin er nú minka til at umfata bert 1 lag, og vit flyta hana uppá pláss við músini við at snappa til "Grid".

Vit skriva "Útgreining" í "Title" undir "Main properties". 

 

 

 

Trýst á "Add new scalebar".

Trýst á korti, har tú ynskir at málistokkurin skal standa.

Trýst á "Item Properties" í høgra bredda.

Undir "Segments" kanst tú stilla inn, hvussu tú vilt, at málistokkurin skal síggja út.

Tá tú ert nøgd/ur við sniðið, kanst tú flyta málistokkin uppá pláss við músini.

 

So er bara eftir at trýsta á "Print" fyri at prenta.

Og trýst á "Close" tá tú ert liðug/ur.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Plugins >> 
Prent

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo