Prosjekt

Print

Í QGIS arbeiðir ein vanliga við Prosjektum ("Projects"). Hetta merkir, at tú goymir allar uppsetingar, stílar (symbologi), umframt tær fílur og tema, ið tú hevur innlisið í løtuni, í einari prosjekt fílu.

 

Prosjekt fílur fáa ".qgs" sum eftirnavn, so um tú t.d. goymur eitt prosjekt kallað "Kloakk" á C:\, vil fílan eita "C:\Kloakk.qgs". Seinni kanst tú so opna QGIS, við at dupultklikka á hesa fílu. QGIS startar upp, við júst tí uppseting, og teimum tema'um, sum tá tú goymdi prosjektið seinast.

 

Um tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum, so kanst tú goyma nógv ymisk prosjekt.

 

 

Tú kanst goyma eitt prosjekt, við antin at nýta smámyndirnar "Save" og "Save As" ...

 

  

ella við at velja hesi undir "Project" skránni.

Um nógvar ymiskar teldur, skulu hava atgongd til sama prosjektið, ber til at goyma tað á einum netverks drevi. Tá er tað ofta eitt gott hugskot, at syrgja fyri, at prosjekt fílan verður "read only". Á tann hátt kann ein fyribyrgja, at onnur starvsfólk av misgávum yvirskriva prosjektið, og upprunaliga uppsetingin verður burtur ella broytt.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo