Skráset element

Print

 

Trýst á/markera lagi í vinstra bredda, sum tú vilt arbeiða við.

Trýst á "Toogle Editing" smámyndina.

 

 

Trýst á "Add Feature" smámyndina. (henda smámyndin sær ikki eins út fyri punkt, linjur og flatur, men hon eitur tað sama)

 

Nú kanst tú tekna við músini.

Eitt lag er vanliga uppsett til at kunna skráseta antin punkt, linjur ella flatur.

Um lagi er sett upp til punkt, setur tú bert eitt punkt. Tú trýstir bert einaferð á vinstra músaknøtt.

Um lagi er sett upp til linjur ella flatur, teknar tú eina linju ella eina flatu. Tú teknar við at trýsta á vinstra músaknøtt, og endar við at trýsta á høgra músaknøtt.

Vanliga vera dáta skrásett saman við elementinum. Tá tú ert liðug/ur at tekna, kemur ein boks fram, har tú skalt skriva upplýsingar í. Hon kann t.d. síggja soleiðis út:

 

 

Fyll út teigarnar, og trýst á "OK".

Í okkara føri skráseta vit eitt punkt, og nú er punkti skrásett.

 

 

Nú síggja vit nýggja punkti á kortinum.

 

 

Tá tú ert liðug/ur at skráseta, kanst tú trýsta á "Toogle Editing", so tað sløknar.

 

 

Síðani verður tú spurd/ur, um tú skalt goyma tað, tú hevur skrásett.

Trýst á "Save", um tú vilt goyma.

 

 

Tú kanst eisini goyma so hvørt sum tú skrásetur, við at trýsta á "Save Layer Edits" smámyndina.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Skráset element

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo