Flyt element

Print

 

Trýst á lagi í vinstra bredda, sum tú vilt arbeiða við.

Trýst á "Toogle Editing" smámyndina.

 

 

Trýst á "Move Feature" smámyndina.

 

 

Nú kanst tú flyta elementi við músini.

Trýst á elementi við vinstra músaknøtti, halt músaknøttin niðri og hála elementi har, sum tú vilt flyta tað til.

Á myndini omanfyri sæst, at vit flyta tað uttasta elementi til høgru nakað oman eftir.

 

 

Tá tú ert liðug/ur, kanst tú trýsta á "Toogle Editing", so tað sløknar.

 

 

Síðani verður tú spurd/ur, um tú skalt goyma tað, tú hevur skrásett.

Trýst á "Save", um tú ynskir at goyma.

 

 

Tú kanst eisini goyma so hvørt sum tú skrásetur, við at trýsta á "Save Layer Edits" smámyndina.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Flyt element

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo