Flyta punkt

Print

(Í LINJU ELLA FLATU)

 

 

Trýst á lagi í vinstra bredda, sum tú vilt arbeiða við.

Trýst á "Toogle Editing" smámyndina.

 

 

Legg til merkis, at tú nú sært, hvar punktini eru í flatuni.

Trýst á "Node Tool" smámyndina.

 

 

Um tú nú trýstir onkrastaðni á kantin á flatuni, so koma nakrir fýrkantar rundanum punktini.

Nú er klárt at flyta punkt í flatuni.

Trýst á tað punkti við vinstra músaknøtti, sum tú ynskir at flyta, halt músaknøttin niðri og hála punkti har, sum tú vilt flyta tað til.

Í okkara føri gera vit eitt nýtt nes á lítlu dímun.

 

 

Nú hava vit flutt punkti.

 

 

Tá tú ert liðug/ur, kanst tú trýsta á "Toogle Editing", so tað sløknar.

 

 

Síðani verður tú spurd/ur, um tú skalt goyma tað, tú hevur skrásett.

Trýst á "Save", um tú vilt goyma.

 

 

Tú kanst eisini goyma so hvørt sum tú skrásetur, við at trýsta á "Save Layer Edits" smámyndina.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

Flyta punkt

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo