Uppseting

Print

Uppsetingar av QGIS vera gjørdar undir "Settings".

 

Har kunnu gerast nógvar ymiskar uppsetingar. Vit fara bert at nevna nakrar fáar, sum vit halda vera áhugaverdar.

 

SNARVEGIR

 

 

Vel "Settings" og "Configure shortcuts". Her kanst tú gera tær tínar egnu snarvegir.

Tú kanst goyma tínar snarvegir í eini fílu. So kanst tú t.d. eisini nýta hesa fíluna umaftur, um tú skiftir teldu.

 

NULL VIRÐI

 

 

Vel "Settings" og "Options". Trýst síðani á "Data Sources" í vinstra bredda.

Her er ein teigur, sum eitur "Representation for NULL values".

Hesin teigur sigur, hvat skal standa í teigum, har ongi dáta eru. Ofta stendur virðið "NULL" í hesum teigi. Um tær ikki dámar tekstin "NULL", kanst tú bara strika hetta, so at teigurin er tómur.

 

ENDURNÝT TAÐ SUM TÚ HEVUR SKRIVAÐ

 

 

Vel "Settings" og "Options". Trýst síðani á "Digitizing" í vinstra bredda.

Her er ein teigur, sum eitur "Reuse last entered attribute values".

 

Um tú skalt skráseta nógv dáta, og tú metir, at tú kanst endurnýta dáta-ini (ella partar av teimum), so er tað kanska eitt gott hugskot at merkja henda teigin.

 

MÁL

 

 

Vel "Settings" og "Options". Trýst síðani á "Locale" í vinstra bredda.

Her kanst tú broyta mál fyri QGIS.

Set "x" í "Override system locale".

Vel "da_DK" undir "Locale to use instead".

Trýst "OK".

 

 

Viðhvørt slær broytingin ikki ígjøgnum beinanvegin.

Sløkk QGIS og tendra tað aftur. Nú er QGIS á donskum.

 

Vit vilja tó mæla til, at brúka tað ensku útgávuna. Høvuðsorsøkin til hetta er, at tað er nógv lættari at fáa hjálp, um ein brúkar enskt í staðin fyri danskt.

Um tú hevur ein trupuleika, og skal leita á netinum, t.d. "Google", eftir hjálp, so finst nógvar ferðir meiri tilfar á enskum enn á donskum.

 

SNAPPA 

 

 

Vel "Settings" og "Snapping Options".

Um tú hevur eitt lag, har tú teknar í shape, so er ein sera snild funka her, sum eitur "Avoid Int." (Avoid intersections of new polygons)

Um tú merkjir henda teigin, so kanst tú tekna ein shape, sum skal liggja við síðunar av einum øðrum shapi. Tú nýtist ikki at fylgja linjuni, men kanst bara tekna nakað inn um øki hjá tí verandi shap-inum, so finnur QGIS sjálvt út av, at leggja nýggja shap-in uppá liðina av tí fyrra.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at ringja til FDS á 316200 ella senda ein teldupost til  This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Deil

 << Eksport
Prosjekt >> 
Uppseting

Føroya DátuSavn P/F | J. H. Schrøtersgøta 11 | Postboks 233 | 110 Tórshavn | Tel 316200 | Far 216201 | fds@fds.fo